|
Fųroya Tele yvirtekur virksemiš hjį iConcept |
|
06-07-2009 20:04 |
iConcept hevur seinastu árini lagt dent á at menna nýmótans tænastur innan samskifti. Felagið hevur 3 tey seinastu árini bjóða teletænastur á føroyska marknaðinum, og hevur serliga lagt seg eftir at bjóða kundunum breiðbandstænastur saman við nettalu.
Fyri at gera tað møguligt at halda áfram við menning av nýggjum tænastum innan tele -og breiðbandstøkni, hevur iConcept valt at leggja virksemi sítt saman við Føroya Tele. iConcept hevur trý dugnalig starvsfólk. Hesi starvsfólk fara at saman við øðrum dugnaligum Føroya Tele starvsfólkum at menna nýggjar spennandi tænastur bæði til heimamarknaðin og til ein marknað uttanfyri Føroyar sigur Kristian R. Davidsen stjóri hjá Føroya Tele.
Endaliga samanleggingin, verður formliga avgreidd, tá allar neyðugar samtyktir frá mynduleikunum fyriliggja. Til neyðugu góðkenningarnar fyriliggja, verða viðskiftafólk hjá iConcept passað av Føroya Tele. Fyri kundar hjá iConcept kemur hendan samanleggingin ikki at merkjast á nakran hátt. Vit meina, at við hesi samanlegging, verður kundin enn betri stillaður og frammtíðartryggjaður. Og saman við Føroya Tele verður málið við nýggjum spennandi tænastum rokkið enn skjótari, sigur Thomas Hansen, stjóri á iConcept.
Tær tænastur, ið iConcept higartil hevur veitt kundum sínum, verða tær somu, men í næstu framtíð er ætlanin, at samanleggingin við Føroya Tele skal føra til nýggjar og spennandi tænastur. Harumframt vil kundin, hereftir kunna fáa allar samskiftistænastur á einum stað.
Vinalig heilsan Føroya Tele og iConcept
|
|
|
Jens Marna, The Right Way |
|
15-07-2008 20:01 |
Í samband við at nýggja fløgan hjá Jens Marna, The Right Way, kemur út ídag, geva vit tygum møðuleikan at ogna tygum hesa fløgu púra ókeypis. Tað einasta tygum skulu gera er at stovna breiðband hjá FlatRate.fo.
Síðan verður fløgan send til tygum ella tygum kunnu avheinta hana hjá FlatRate.fo
Vit hava lurta eftir fløguni og mugu ásanna, at hetta er eitt satt meistaraverk. Góðskan er í topp, og øll løgini eru sera íoyrafallandi, so hettar er ein fløga sum øll koma at dáma. Vit eru vísir í at tygum fáa nógvar tímar at ganga við at lurta eftir hesum góða tónleiki. |
|
|
Feilur ķ Hvalvķk, Streymnesi og Višareiši |
|
06-06-2008 14:49 |
|
Feilur er í breiðbandinum í Hvalvík, Streymnesi og Viðareiði. Væntandi er feilurin rættaður til mánadagin. vinarliga iConcept / FlatRate.fo
|
|
|
<< byrjan < fyri 1 2 3 4 5 6 7 8 9 nęsta > endi >>
|
| śrslit 1 - 3 av 27 |